Bilasølan bløðir – keyptu helvtina færri bilar

Áhugin at keypa nýggjar bilar er fallin niður í helvt fyrsta mánaðin í ár.

 

Í løtuni liggur uppskot til nevndarviðgerð í Løgtinginum um at geva elbilum sama avgjalds- og mvg-lætta, sum teir hava fingið seinastu árini. Helst er tað orsøkin til laku bilasøluna í januarmánaði.

Tí bilasølan er fallin niður í helvt borið saman við januar í fjør.

Tað vísa hagtøl frá Akstovuni.

Í januar í ár eru seld tilsamans 85 nýggj akfør í mun til 164 sama tíðarskeið í fjør. Ein munur upp á 79 akfør ella 48,17 prosent í afturgongd.

Vit kunnu við rímuligari vissu halda uppá, at orsøkin er, at lógin um avgjaldslætta til elbilar og plugin hybrid bilar er farin út gildi. Men lógaruppskotið er lagt fyri tingið aftur og er farið til nevndarviðgerð.

Men talan verður ikki um somu lóg, sum Løgtingið samtykti fyri tveimum árum síðani. Tí hesaferð eru hybrid og plugin-hybrid bilarnir ikki við, soleiðis at skilja at teir verða tiknir úr lógin 1. juli í ár, um uppskotið hjá landsstýrinum verður samtykt.

 

##med2##