Bilasølan fær nýggjan stjóra

Tann 1. oktober tekur Hans Jákup Langgaard við sum nýggjur stjóri á P/F Bilasøluni í Hoyvík.

Nýggi stjórin á P/F Bilasøluni, Hans Jákup Langgaard, tekur við starvinum 1. oktober.

Nýggi stjórin á P/F Bilasøluni, Hans Jákup Langgaard, tekur við starvinum 1. oktober.

Hans Jákup Langgaard hevur í dag sagt seg úr starvinum sum stjóri á P/F Samskifti hjá Føroya Tele, tí hann tann 1. oktober tekur við sum stjóri í P/F Bilasøluni, sum selur bilmerkini Audi, VW og Skoda.

Umframt at taka við sum nýggjur stjóri, so hevur hann eisini keypt seg inn í felagið.

Hans Jákup Langgaard hevur starvast í 15 ár hjá Føroya Tele, og fyri tað tíð í 20 ár hjá Elektron.

– Mítt fokus sum stjóri í Bilasøluni verður á kundatænastu, starvsfólkarøkt, nøgdsemi og at selja, sigur Hans Jákup Langgaard, sum sigur seg vera sera spentan upp á nýggju avbjóðingina. 

Nú er hann í ferð við at rigga av á Føroya Tele – fyri síðani at seta seg í stjórasessin hjá nærmasta grannanum hjá Føroya Tele í Hoyvík, P/F Bilasøluni.

Tað vóru Hendrik Egholm og Christian Nagata, sum í fjør keyptu P/F Bilasøluna frá Gunnari Justinussen. Síðani tá hevur Henrik Egholm verið stjóri.

Men 1. oktober verður Hans Jákup Langgaard nýggjur stjóri í bilsaøluni.

 

Nýggi stjórin á P/F Bilasøluni, Hans Jákup Langgaard, tekur við starvinum 1. oktober.