Sølan av akførum stendur í stað

Fyrstu mánaðirnar í ár eru seld 55 akfør færri enn sama tíðarskeið í fjør. Men fleiri persónbilar eru seldir

Tað vísir uppgerðin hjá Akstovuni, nú hagtølini eru gjørd upp fyri ársins fyrstu 11 mánaðir.

Samlaða sølan av akførum er minkað við 55, sum er ein afturgongd upp á 2 prosent.

Sølan av persónbilum er altíð tann, sum fyllir mest í hagtølunum, og so er eisini hesaferð – men har er framgongd. Seldir eru 100 fleiri persónbilar ársins fyrstu 11 mánaðir í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tølini eru ávikavist 1843 og 1743 bilar.

 

Størsta afturgongdin er í vørubilum, tí seldir eru 83 færri vøruvognar í ár enn sama tíðarskeið í fjør.

 

##med2##

 

Talvan vísir yvirlitið hjá Akstovuni yvir sølun av akførum frá 1. januar í ár til 30. november í ár.