Bilasølan um at javna seg aftur

Nú er afturgongdin í bilasøluni í mun til í fjør undir 4 prosent

9 færri persónbilar eru seldir ársins fyrstu fimm mánaðir í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Tað vísa hagtølini frá Akstovuni, sum hevur gjørt upp støðuna, nú mánaðarskifti er.

Higartil í ár eru seld til samans 1016 akfør, sum er ein afturgongd upp á 38 í mun til sama tíðarskeið í fjør, ella 3,6 prosent.

Fyri persónbilur, sum eru teir flestu í hagtølunum, er afturgongd 1,1 prosent. Higartil í ár eru seldir 797 nýggir persónbilar í mun til 806 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein munur upp á 9 bilar.

Farnu mánaðirnar hevur munurin verið nógv størri, og tað merkir, at afturgongdin er minkað og nú er um at javna seg.

##med2##

Í talvuni omanfyri síggjast hagtølini fyri ymsu akførini.