Fríggjakvøldið var skipað fyri kapping í Bilboksing á planeraða økinum eystan fyri Hotel Norð á Viðareiði, har fimm bilar kappaðust um at geva hinum so stórar snuddir sum gjørligt og samstundis at halda seg sjálvan koyrandi sum longst. Lassin Isaksen og Hilmar Jan Hansen vóru dómarar, og teir góvu stig, alt eftir hvussu væl luttakararnir, sum høvdu hjálm á høvdinum, hildu reglurnar. Stórt sæð alt var loyvt í »dystunum«, sum vardu fimm minuttir hvør, men tó var ikki loyvt at rena á førarahurðina hjá hinum ella eftir sjálvari gronini. Sonni á Horni úr Fuglafirði í einum Volvo 360 vann kappingina. Hinir vóru stigtakarin Jógvan Heinesen í einum Nissan (gamli bilurin hjá Anfinni Kallsberg), Idar Lydersen í einum Renault, Remi á For í einum Toyota og Petur Chodziouk í einum Mazda.
Av Viðareiði verður sagt, at nógv fólk var og hugdi, og fjøldin í bønum oman fyri breytina stuttleikaði sær óført, meðan »stóru smádreingirnir« undirhildu við spitaranum í botni, skjótum skiftum millum girini og spolingum á grúsinum, ið viðhvørt gav so nógv støv frá sær, at bilarnir næstan ikki komu undan. Sí eisini myndarøð her á Portalinum
Enn einaferð er tað prógvað, at mannfólk eru og vera smádreingir alt lívið.