Tað sigur Føroya Bil-eigarafelag í fráboðan í dag. Føroya Bil-eigarafelag er nýtt felag fyri bileigarar. Endamálið við felagnum er at deila og fáa vitan millum bil-eigarar í Føroyum.
Michael Koba, sum er formaður í felagnum, skrivar í fráboðan frá felagnum, at tað at avtaka brúkaragjøldini til undirsjóvartunnlarnar er somuleiðis ikki rætt at blanda upp í samferðslupakkan.
– Symbolsk gjøld til undirsjóvartunlar er í ordan, og felagið heldur, at ferðafólk og bilar úr øðrum londum eisini skulu geva sítt íkast til raksturin av undirsjóvartunlunum. Um tunnilsgjøldini verða tikin av, kann hugsast, at vegakervið skjótt kemur niður á sama vánaliga støði, sum restin av vegakervinum, skrivar felagið, sum sostatt ikki tekur undir við samferðslupakkanum.
– Tí vit halda ikki, bileigarin skal hava rokningina fyri nýggja ferju til Suðuroynna.
– Føroya Bil-eigarafelag mælir sostatt til at taka uppskotið aftur, tí tað ikki er nakar fyrimunur hjá vanliga bileigaranum, skrivar nevndin í Føroya Bil-eigarafelag.
Føroya Bil-eigarafelag skal arbeiða fyri at betra um viðurskiftini fyri bil-eigarar.
Felagið skal vera ein felags rødd fyri bil-eigarar í Føroyum, og felagið skal umboða føroyskar bil-eigarar í viðurskiftum, sum kunnu ávirka gerandisdagin hjá bil-brúkarum.