FERÐSLA
Tað er ikki altíð, at fólk melda eitt bilóhapp, eftir at tey hava koyrt á ein seyð.
Tað má Tórfinnur Dalsgarð, bóndi á Velbastað, sanna.
Higartil í ár hevur hann mist 8 ær og eini 4-5 lomb í ferðsluni, og tað er sjáldan, at hann hoyrir nakað frá bilførarunum. So seint sum í seinastu viku noyddist at lamb hjá Tórfinni Dalsgarð at lúta fyri einum bili.
- Fólk siga næstan ikki frá, sigur Tórfinnur Dalsgarð.
Sum so metir bóndin ikki, at talan er um djórapínslu, tí sum oftast doyr seyðurin beinanvegin. Hann hevur eisini sæð, at onkur hevur svævað ein seyð, sum er komin fyri ein bil.
Hinvegin kann talan vera um óhepnar fíggjarligar avleiðingar fyri bøndur, sum missa nógvan seyð á henda hátt. Tórfinnur Dalsgarð sigur, at ein ung ær kann hava eitt virði upp á eini 2500 krónur, og tær flestu ærnar, hann hevur mist, hava verið ungar.
Missa ikki bonus
Tað er serliga í Havnardali og við Velbastaðháls, at bilar hava rent á seyð hjá Tórfinni, og tað kann vera sannlíkt, at talan um er um bilførarar, sum ætla sær at náa ferjuna á Gomlurætt. Bóndin staðfestir, at trupulleikin bara er vaksin, síðani vegurin varð gjørdur, og at hann hevur heitt á Landsverk um at seta stik upp og at gera smáar smogur undir vegnum til seyðin, men hesi ynski eru ikki eftirlíkað.
Tórfinnur Dalsgarð, at ein orsøk til, at bilførarar ikki boða frá er, at teir møguliga eru bangnir fyri at missa bonusstig í teirra trygging, men tað heldur hann ikki vera nøkur orsøk til.
Hinvegin noyðast bøndur sjálvir at bera kostnaðin av deyðum seyði, um tað ikki verður uppklárað, hvør hevur koyrt á teir.
Frá Tryggingarfekagnum Føroyum verður sagt, at bilførarar skulu vera ábyrgdartryggjaðir, og tí missa teir ikki bonus, um teir boða frá, at teir hava koyrt ein seyð. Hinvegin er skrokktryggingin sjálvboðin, og tí er tað altíð eitt val, bilførarin skal gera, um tað loysir seg best at umvæla ein møguligan skaða og harvið missa bonus frá tryggingini, ella einki at gera við málið.