Tjúkkur roykur hongur um alt bilafarmaskipið Felicity Ace, sum framvegis brennur mitt úti í Atlantshavinum við nøkrum túsund bilum umborð. Myndina eigur marinan í Portugál.

Bilafarmaskipið brennur framvegis í Atlantshavinum

Ein stórur partur av teimum umleið 4000 bilunum eru el-bilar, og tað ger ikki bjargingararbeiðið lættari, verður sagt.

Tjúkkur roykur hongur um alt bilafarmaskipið Felicity Ace, sum framvegis brennur mitt úti í Atlantshavinum við nøkrum túsund bilum umborð. Myndina eigur marinan í Portugál.

Bilafarmaskipið Felicity Ace, sum var á veg úr Týsklandi til USA við umleið 4000 bilum, liggur framvegis úti í Atlantshavinum og brennur. Skipið er næstan 200 metrar langt og øll manningin, sum taldi 22, er bjargað av skipinum við tyrlum.

 

Serfrøðingar eru í villareiði um, hvussu eldurin kann sløkkjast. Sum skilst, er ein stórur partur av bilinum el-bilar, sum brenna rættiliga væl í nógva hitanum frá eldinum. Eldur kom í Felicity Ace, tá skipið var statt einar 170 kilometrar úr Azorunum.

 

Síðan hevur brennandi skipið rikist fyri vág og vind.

 

Útlendskir miðlar skriva, at alt eru nýggir bilar, og tað er Volkswagen-samtakið sum eigur bilarnar, eitt nú av merkjunum Audi, Bentley, Lamborghini, og síðan eru eisini 1.100 Porsch-bilar, sum skuldu seljast á amerikanska marknaðinum.

 

Eldurin kyknaði á einum av bildekkunum, og hann spjaddi seg skjótt um alt skipið. Í nógva hitanum eru skipssíðurnar á skipinum byrjaðar at smelta. Felicity Ace hevur eisini fingið slagsíðu, og tí ber ikki so væl til at brúka ov nógv vatn í royndunum at sløkkja eldin.

 

- Vandi er eisini fyri, at vatnið kann skola eitrandi evni út í havið, sigur havnastjórin á oynni, Faial á Azorunum, João Mendes Cabeças.

 

Í løtuni er trupult at siga, hvar best er at sleipa skipið. Høgligast høvdu Azorurnar helst verið, men spurningurin er, um so stór skip kunnu leggjast til bryggju har.

 

##med2##

 

 

 

Tjúkkur roykur hongur um alt bilafarmaskipið Felicity Ace, sum framvegis brennur mitt úti í Atlantshavinum við nøkrum túsund bilum umborð. Myndina eigur marinan í Portugál.