Bilførari hevði barn í bili uttan trygdarbelti

Og ein annar bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning

Løgreglan tók í gjárkvøldið tríggjar bilførarar fyri brot á ferðslulógina, sum fekk avleiðing fyri bilføraran.

Ein bilførari hevði barn í bilinum, sum ikki var í bundið. Tað fekk hann 1.500 krónur í bót fyri og eitt klipp í koyrikortið. Hetta var í Klaksvík, har tveir aðrir bilførarar eisini fingu somu heilsan frá løgregluni. Tað var fyri at brúka fartelefon meðan teir koyrdu bil. 

Seinni var tikin fyri rúsdrekkakoyring í miðstaðarøkinum.