Svenski ríkisdagurin hevur gjørt av, at avgjøldini á snúsi skulu lækka.
Tað veit svenski miðilin, Expressen, at siga í kvøld.
Men, samstundis sum tað verður bíligari at snúsa, verður tað dýrari at roykja.
- Avgjøldini á snúsi lækka við 20 prosentum, samstundis sum avgjøldini á tubbaki og sigarettum veksa níggju prosent.
Expressen leggur aftrat, at nýggju avgjøldini koma í gildi í Svøríki hin 1. november í ár.