Kundi tað verið eitt hugskot at lækka mvg á matvørum, ella at avtaka tað heilt? Tað er ein spurningur, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú skal greiða Løgtinginum frá.
Tað er Kristianna Winther Poulsen, sum hevur sæti á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin, sum vil hava landsstýrismannin at greiða frá, um nøkur ætlan er fyri at útvega føroyingum bíligari matvørur.
Í hesum sambandi skal Jørgen Niclasen greiða frá, hvussu nógv tað hevði kostað landskassanum at lækka mvg á matvørum, ella at avtaka tað heilt. Hann skal eisini greiða frá, hvussu hann heldur, at tað hevðu ávirkað keypiorkuna hjá fólki. Hon vil eisini hava at vita um nøkur ætlan er um at lækka mvg á serliga heilsugóðum matvørum fyri at eggja fólki til at eta sunt.
Kristianna Winther Poulsen vísir á, at í Føroyum er sama mvg á øllum vørum, eisini á matvørum Hinvegin eru nógv lond, har mvg er lægri á summum førum, serliga á matvørum.
Og so eru tað eisini lond, sum hava lækka mvg á matvørum, men har mvg á matvørum er ymiskt, alt eftir hvørjar matvørur, talan er um.
Í hesum føri kann talan vera um, at mvg er serliga lágt á heilsugóðum matvørum ella á gerandismatvørur afturímóti á matvørum, sum eru ósunnar, ella mugu sigast at vera marglætismatvørur. Eitt endamál við tí er, at bøta um heilsustøðuna hjá fólkinum.
- Tað er dýrt at búgva í Føroyum, og prísurin á matvørum er ein stórur og tungur útreiðslupostur hjá nógvum húsarhaldum.
- Hjá húsarhaldum við støkum uppihaldarum, hjá húsarhaldum við fleiri børnum og hjá húsarhaldum við láginntøkum, kunnu útreiðslurnar til matvørur vera ein orsøk til, at tað er ógjørligt at fáa endarnar at røkka saman, sigur Kristianna Winther Poulsen.
|