Á middegi, mánadagin 27.desember, tá ein løgreglubilur av Tvøroyri var úti og koyrdi, møttu teir einum bili, sum tóktiskt koyra sera ótsútt. Hetta var á Oyrunum í Vági, og
bilurin var á veg suðureftir. Løgreglan, sum var á veg norðureftir, vendi og helt aftaná bilinum, fyri at fáa eitt prát við føraran.
Long biljagstran
Í Lopransdali komu teir fram á hann og royndu at fáa hann at steðga. Í staðin fyri at setðga, trýsti ungi bilførarin tó heldur enn meiri á speedaran, og byrjaði at koyra undan politinum.
Bilurin koyrdi við nógvari ferð og løgreglubilurin helt aftaná. Teir jagstraðu bilin úr Vági, eftir gamla sumbiarvegnum uppum Hestin, ígjøgnum bygt økið í Sumba, ígjøgnum Sumbiarbegholið norðureftir aftur, ígjøgnum Vágs bygd og norður eftir vegnum ímóti Tvøroyri.
Vakthavandi sigur, at bilurin koyrdi við sera høgari ferð, eisini ígjøgnum bygt økið, og at hann koyrdi sera ótrygt. Løgreglumenninir róptu tí á støðina, um at fáa ein annan bil til hjálpar. Ætlanin var at avbyrgja vegin, fyri at steðga skilaleysu koyringini.
Við Tjaldrarvík kom hin bilurin til hjálpar, og stillaði seg tvørturum vegin, sum ætlað. Men avbyrgingin miseydnaðist, og bilurin helt leiðina fram við høgari ferð norður eftir oynni.
Politiið stóð eftir
Nú vóru tveir løgreglubilar, ið jagstraðu hann, ígjøgnum Trongisvág og til Hvalbiar. Framvegis koyrdi maðurin við sera høgari og óforsvarligari ferð, men løgreglan vildi ikki pressa unga mannin ov nógv, í so fall, at hann misti tamarhaldi á bilinum.
Á veg tvørturum Sandin í Hvalba royndi annar av løgreglubilunum tó at renna á bilin, ið koyrdi undan, í eini roynd at fáa hendan at steðga. Men tað gav bakslag.
Okkara bilar eru so smart gjørdir, at um teir renna frontalt á, so steðgar øll bensininnspræning beinanvegin. Hetta er fyri at fyribyrgja eksplosiónum, um bilarnir koma í ein samanstoyt, greiðir vakthavandi á Tvøroyri frá.
Henda smarta fyribyrgingarskipan fungerar eftir øllum at døma væl, tí tá løgreglan gav hinum bilinum eitt skump, steðgaði øll bensintilførðsla til motorin beinanvegin, og løgreglubilurin bleiv tí standandi á vegnum um Sandin. Og hann var ikki til at fáa í gongd aftur.
Men jagstranin helt tó fram, bilurin koyrdi fravegis undan hinum løgreglubilinum, sum at enda fekk fangað bilføraran úti á keiini í Hvalba.
Kenningur
Talan var um ein 19 ára gamlan mann, ið var ávirkaður av rúsdrekka. Vakthavandi sigur eisini, at hóast unga aldurin, so er ungi maðurin ein kenningur hjá løgregluni.
-? Blóðroynd varð tikin, og tað er ógvuliga sannlíkt, at hann fer at missa koyrikortið, staðfestir vakthavandi.
Hann sigur eisini, at tað er sera óvanligt, at bilar koyra undan politinum. Men tað kemur fyri.
? Tað eru fleiri harrans ár síðani, at nakar seinast koyrdi undan okkum her í Suðuroynni. Tað er sjáldan at tað hendir. Men tað kann føra til óbótaligan skaða, at koyra undan á handan hátt, serliga tá koyrt verður inni í bygdum økið. Landsvegirnir her suðuri eru eisini sera smalir, so tað er vandamikið at pressa bilførarar ov nógv í eini slíkari biljagstran. Serliga tá teir eru ungir, óvandir bilførarar sum eisini eru ávirkaðir av rúsdrekka, staðfestir vakthavandi.
Koyrilíkindini í Suðuroynni vóru góð í gjár, meðan biljagstranin fór fram, og tíbetur vóru ikki serliga nógvir bilar á vegnum.
Politibilurin, sum steðgaði upp, var heintaður dagin eftir.