Bill burturvístur

Venjarin hjá AB bleiv í gjár burturvístur, tá AB og Skála spældu javnleik

Tað var móti endanum av dystinum í 1-1 javnleikinum á Argjum í gjár, at Bill M. Jacobsen fekk boð frá høvðusdómaranum at fara frá bonkinum.

 

Sum skilst, so var talan um boð frá fjórða dómara, Johan Petur Michelsen, um at málburðurin hjá venjaranum mótvegis fjórða dómara og øðrum av hjálpardómaranum var til burturvísting.

 

Tað merkir, at Bill M. Jacobsen ikki sleppur at sita á bonkinum, tá AB hósdagin spælir móti KÍ í Klaksvík. Enn er ikki greitt hvussu langt bann venjarin hjá AB fær, men hann fær í minsta lagi ein dyst leikbann.