- Tað er upp á tíðina at MeToo rørslan kom, sigur fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton sambært Ritzau. Tað var í einari sjónvarpssamrøðu, at hann varð spurdur um bæði MeToo rørsluna og hansara affairu við Monicu Lewinsky.
Hann segði við miðilin NBC, at MeToo rørslan átti at verið komið fyri langari tíð síðani, men hann vil ikki siga nógv, tá ið journalisturin spyr inn til Monica Lewinsky. Hann varð tó spurdur í sendingini Today Show, um hann átti at verið farin frá sum forseti fyri 20 árum síðani, tá ið tað kom fram, at hann hevði verið saman við Monica Lewinsky, sum tá var í starvslæru í Hvítu Húsunum.
Samstundis verður hann spurdur inntil, hvørt MeToo rørslan hevur broytt hansara fatan av tí, sum tá hendi. Hann sigur, at hansara kritikarar royna at sleppa sær undan ávísum pørtum av hendingini í royndini at bólka hann saman við teimum monnum, sum eru ákærdir fyri seksuellan ágang ella sjikanu.
Monica Lewinsky hevur sagt, at teirra relatión ikki kann bólkast sum seksuellur ágangur, men at talan var um ógvusligt dømi um valdsmisnýtslu.
Clinton segði við NBC:
- Eg havi fyrihildið meg til hetta málið seinastu 20 árini. Og eg havi roynt at gera tað so gott eg kann síðani - í mínum lívi og í mínum arbeiði. Tað er alt eg vil siga um tað.
MeToo rørslan byrjaði í kjalavørrinum av skandalunum rundan um Harvey Weinstein, filmsframleiðara. Á heysti í fjør søgd fleiri kvinnur alment, at hann hevði gjørt seg inn á tær, sjikanera tær og neyðtikið tær.
/ritzau/AP