Bill fagnar tjøldrunum

Runavík: Eins og so manga aðrastaðni verður eisini skipað fyri grækarismessuhaldi í Runavík leygardagin.

Haldið verður á Torginum og byrjar kl. 14. Løgtingsmaðurin, Bill Justinussen fer at halda røðu og hornorkestrið í sóknini spælir. Í samband við tiltakið fara skótarnir at ganga skrúðgongu.