Teir báðir amerikonsku ríkmenninir Bill Gates og Warren Buffett verða ofta umrøddir sum "Teir gávumildu tvíburarnir", tí teir lata nógvar pengar til vælgerandi endamál. Buffet hevur sagt, at hann vil fergin gjalda meiri skatt, og nú sigur Gates tað sama.
-Eg kann ikki ímynda mær, at fólk, sum eiga milliónir ella milliardir, fara út á gøtuna at mótmæla, tí tey kanska skulu gjalda fýra ella fimm prosent meiri í skatti, segði Microsoft-grundleggjarin fyri nøkrum døgum síðani.
Warren Buffet hevur sagt, at hann og hansara felagar hava notið gott av einari stjórn, sum streyk ríkmonnunum eftir hárinum, og hann hevur tí skotið upp, at tey heilt ríku skulu rinda væl meiri í skatti.
-Tey fátæku og meðalstættin berjast fyri okkum í Afghanistan, og vanligir amerikanarar stríðast fyri at klára gerandisdagin, samstundis sum vit ovurríku fáa størri og størri skattalætta, skrivaði Warren Buffet einaferð. Bill Gates er samdur við honum.
-USA hevur risastórt hall á gjaldsjavnanum. Tað skal loysast, og eg haldi, at vit ríku kunnu gjalda ein størri part. Eg haldi ikki, at fólk sum eg gjalda so nógv, sum vit áttu at gjørt, sigur Bill Gates í samrøðu við BBC.