Bill: Hví ger 200 ikki ein sang um meg?

Løgtingsmaðurin Bill Justinussen er vónbrotin av, at punkbólkurin 200 ikki hevur gjørt ein sang um seg.

Bill Justinussen legði í gjár svarið upp á ein fyrispurning um samkynd og ættleiðing á Facebook vangan hjá sær. Bill staðfesti, at tað nú er skrivað svart upp á hvítt, at samkynd sleppa at ættleiða børn á jøvnum føti við vanlig hjún.

Undir Facebook-postinum hjá Bill Justinussen er kjak um evnið, og í rúgvuni kemur viðmerking frá Niels Arge Galán, sum er sangari í politiska punkbólkinum 200.

- Takk Bill. Heilsan 200 í studio, skrivar Niels Arge Galán og rør eitt sindur fram undir, at bólkurin við postinum hjá Bill Justinussen hevur fingið onkran íblástur til nýggjan tónleik.

Bill Justinussen svarar soleiðis – í einum skemtandi tóna:

- Niels Arge Galán, nú havi eg stríðst og strevast í áravís fyri at fáa tykkum at gera ein sang um meg. Men nei og aftur nei, øll onnur fáa sín sang, men bara ikki eg. Er tað møguligt, at tað fer at henda nú? You made my day :) ‪Men eg trúgvi tí ikki, fyrrenn eg hoyri tað.

200 hevur fleiri ferðir gjørt sangir við politiskum innihaldi, har skotið hevur verið eftir ymiskum politikarum. Nú verður spennandi at vita, um 200 umsíðir ger ein sang um ella við íblástri frá Bill Justinussen.