Tað var Jonhard Hammer, stjóri í Rás2, sum handaði steypið til B68 venjaran, Bill Jacobsen, sum liðformenn, venjarar og umboð fyri ítróttarpressuna hava kjósað.
- Eg hevði ikki roknað við at vinna, serliga eftir at endin ikki var so góður, og vit endaðu á fimta plássi. Men hetta síggi eg sum eina góðkenning av arbeiðnum, sum vit hava gjørt á Toftum. Eg haldi, at tað er hugaligt, at tað aftur í ár vóru føroyskir venjarar, sum kappaðust um henda heiðurin, segði Bill Jacobsen, ársins venjari 2009, sum er í fulltíðar starvi sum venjari.