Billardgull og bronsa til Klaksvíkar

 

 

Tíðindaskriv frá Billardsambandi Føroya

 

Eftir eina sera javna og spennandi kapping eydnaðist tað oddaliðnum hjá Klaksvíkar Billardfelag at vinna gull. Havnar Klubbi, sum fekk silvur, gavst tó ikki fyrr enn til seinasta umfar var liðugt. Tá avtornaði var javnt millum KBF og HK, bæði liðini fingu 40 stig, men klaksvíkingar vóru teir nógv betri, tá tað kom til eygu. At Klaksvíkin eigur Føroya bestu billardspælarar prógvaði eisini teirra næstbesta lið, KBF2, sum tók bronsuna við heim.

 

Gulliðið varð mannað av Halli Joensen og Sonhard Johannessen. Á silvurliðnum hjá Havnar Klubba vórðu Niels Nielsen og Jógvan Jørgensen.

 

Kappingin í ár hevur verið sera jøvn, og meðan KBF1 legði seg á odda frá byrjan, so kom HK sterkt aftur og yvirhálaði klaksvíkingar undan seinasta umfarinum. Men Hallur og Sonard vórðu teir stinnaru, tá ástóð.

 

Mimir, sum vitjaði í Klaksvík hetta vikuskiftið, fekk ikki fótin fyri seg. Steinbjørn og Jan, sum hava mannað Mimirsliðið í mong ár, máttu fara heimaftur við ongum stigi. KBF1 vann 8-0 á Mimi, sum við hesum úrslitinum noyðist at sleikja sárini til næsta kappingarár.

 

Úrslitið av FM kappingini varð annars sera javnt. Javnleikur var í stigum bæði um gullið og um bronsuna. So eyguni avgjørdu, hvør gjørdist vinnari. Aftasta liðið í kappingini var Tvøroyrar Billardfelag.

 

Taka vit einstøku úrslitini so gjørdist Kristian Sune Høgnesen besti spælarin í liðkappingini við nærum 30 eygum í meðal. Næstbestur var Hallur Joensen við umleið 24 eygum í meðal, og á triðja plássi var enn ein klaksvíkingur, Sonhard Johannessen við umleið 23 eygum. Í hølunum á teimum kom Steinbjørn í Dali.

 

FM í billard fyri einstaklingar verður spælt í Havnar Klubba um páskini. Tá fara 12 av landsins bestu billardspælarum at dystast um, hvør skal vinna FM heitið fyri 2010. Verandi meistari er Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag. Hann verður ringur at taka men í billard er einki avgjørt fyrr enn seinasta umfarinum.