Billardstubbar

Klaksvíkingar vunnu 2. deild

Billard
Tíðindaskriv

Klaksvíkar Billardfelag vann í vikuskiftinum tryggan 12-6 sigur á Havnar Klubba og tryggjaði sær harvið 1. plássið í 2. deild .í billard fyri lið. Endaliga støðan í 2. deild gjørdist, at Klaksvíkar Billardfelag fekk 84 stig. Havnar Klubbi fekk 78 stig, Klaksvíkar Billardfelag 2 fekk 32 stig og Tvøroyrar Billardfelag fekk 22 stig. Á vinnaraliðnum spældu Allan Larsen, Óli Biskupstøð og Niclas Heri Jákupssson. Besti maðurin í seinasta umfarinum, sum varð spælt í Havnar Klubba var Allan Larsen, sum vann allar dystirnar. Besti maður á liðnum hjá Havnar Klubba var Jógvan Jørgensen, sum eisini hevði eitt sera høgt meðaltal, omanfyri 15 eygu.


FM fyri staklingar

Billard

Føroyameistarakappingin fyri staklingar verður í Klaksvík 18. Og 19. Mars. Kvalifiseringin til FM-finaluna verður í Havn komandi vikuskiftið. Tilsamans 15 spælarar hava teknað seg og fara sjey teir bestu víðari til finaluna, har eisini verandi føroyameistari, Henrik Pedersen luttekur.

10 teir bestu

Billard

Nú liðkappingin í billard er liðug hevur Billardsambandið gjørt eitt yvirlit yvir 10 teir bestu spælararnar í ár. Hetta vísir: nr. 1 Henrik Pedersen við 30,96 eygum í meðal, nr. 2 Kristian Suni Høgnesen 25,89 eygu, nr. 3 Bjarni Skaalum 24,56 eygu, nr. 4 Jan Müller 19,84 eygu, nr. 5 Sonhard Johannesen 18,64 eygu, nr. 6 Niels Nielsen 18,24 eygu, nr. 7 Steinbjørn í Dali 17,33 eygu, nr. 8 Carsten Hansen 16,75 eygu, nr. 9 Njál Petersen 14,98 eygu og nr. 10 Heimir Ottoson við 14,51 eygum í meðal.