Eg var ikki so sorgarbundin, tá ið mín elskaði, fitti gulur bilur gekk fyri fyri nøkrum síðan, tí eg hevði hugsað um at spara bilin burtur.
Men tað var ikki sum at siga tað, og leingi skeitti eg í lýsingar eftir brúktum bilum.
Eg fall tíbetur ikki fyri nakrari freisting, og tá ið eg fekk arbeiði í Miðlahúsinum, var ikki so neyðugt longur at hava bil.
Bussurin koyrir næstan frá hurðini oman í miðbýin, og bara nakrir fáir minuttir eru at ganga til arbeiðsplássið. Tað sama heim aftur. Bara 20 minuttir eru millum bussarnar.
Eg sleppi frá at leita eftir parkeringspássi og at renna út av og á at flyta parkeringsskivuna, soleiðis sum nógv onnur gera.
Tá ið veðrið er gott, er eisini deiligt at ganga til arbeiðis. Serliga hesa tíðina, tá ið ljósið er sjáldsamt um morgunin, og planturnar spríkja fram.
Á veg niðan aftur til bussin kann eg fara til handils. Eitt fáment húshald krevur ikki tað nógva keypið, og serliga ikki hjá okkum, ið sum oftast hava nakað av døgurðamati í boksini.
Eitt er frælsi, men tað er eisini áhugavert sosialt at koyra við Bussleiðini. Har eri eg komin at kenna fleiri fólk, eisini børn og ung. Onkuntíð er einki nakað at frætta í bussinum.
Saman um tikið fati eg ikki, at fólk, sum búgva í býnum og arbeiða í býnum, tíma at taka bilin við sær til arbeiðis. Eg havi grannar, sum lata bilin standa heima, tá ið tey fara til arbeiðis. Ongar bøtur. Eingir parkeringstrupulleikar.
Hóast samvitskan yvir fyri ozonlagnum er góð, má eg viðganga, at tað eru løtur, tá ið eg sakni bilin.
Serliga um summarið. Frælsiskenslan við at seta seg í bilin og koyra avstað út í náttúruna ella til annað stað í landinum, tá ið tað hóvar mær.
Jú, rætt er, at Bygdarleiðir koyra, men hundur mín sleppur ikki við bussinum, tí hundurin er ov stórur til at koyra í eina tasku ella í lumman.
Tað er keðiligt og eftir mínum tykki órímiligt. Eins og mær dámar hundinum væl at ferðast.
Men ráð eru fyri øllum.