Billiard: Hvør er best í Føroyum?

Nú skal føroya besti einstaklingur í Billiard finnast

Um vikuskiftið skal besti einstaklingur í billard finnast. Tað verður í kapping millum teir seks spælararnar, sum í liðkappingini høvdu hægst miðaltal. Harafturat hava tveir aðrir kvalifiserað seg til hetta finaluumfarið á Tvøroyri, og tað er gjøgnum innleiðandi bólkaspæl í Havn farna vikuskiftið, har tað annars var frí tilmelding. Sostatt verða átta teir sterkastu billardspælararnar savnaðar á Tvøroyri um vikuskiftið.

 

- Jákup Baldvinsson sum hevur vunnið FM heitið síðstu trý árini, er favorittur til at endurvinna heitið, men kappingin verður knívskørp. Tí tað eru nakrir sigursvandir harrar, sum ikki hava vunnið í nøkur ár, og nakrir, sum enn ikki hava roynt at vunnið FM heitið, sum allir sera fegnir vilja koppa Jákup L. Baldvinssyni av oddasessinum, skrivar Billiardsambandið.

 

Hvussu verður og ikki, so verður tað í øllum førum hópin av tí besta, sum billard hevur at bjóða á Tvøroyri um vikuskiftið. Byrjað verður fríggjadagin klokkan 15.30. Spælt verður í tveimum bólkum, har tveir teir fremstu koma víðari. Byrjað verður aftur leygardagin klokkan 11. Tá eru bert hálvfinalur, bronsudystur og finalan eftir. Spælt verður í billardhølinum í Tvøroyrar Klubba.

 

Bólkarnar fríggjadagin verða hesir:

 

Bólkur 1:

Jákup L. Baldvinsson

Kristian Suni Høgnesen

Jógvan Jørgensen

Max Rasmussen

 

Bólkur 2:

Páll Heri Nolsøe

Jens Kjartan Feilberg

Niels Nielsen

Hallur Joensen