Í norska blaðnum VG var í gjár ein samrøða við fakfelagsformannin í limafelagnum Safe, Terje Nustad. Hann segði, at flogfarið hjá Atlantic er óegnað til ferðafólkaflutning, og at oljuvinnan ikki raðfestir trygdina nóg høgt, tá tey velja bílig flogfør, sum eru rakt av nógvum óhappum. Eisini vildi hann vera við, at norskir oljuarbeiðarar óttast fyri, at fleiri álvarsligar vanlukkur verða, og at teir krevja, at oljufeløgini gevast at nýta billigfly, sum hann tekur til.
Ger sær dælt
Í blaðnum í dag tekur høvuðsálitismaðurin í Aker Kværner, Atle Teigland, málið upp og hann ákærir, Terje Nustad, fyri at gera sær dælt av flogvanlukkuni.
- Um Nystad hevur havt illgruna um at trygdin ikki var í lagi, so kundi hann komið við teimum fyrr, tað hevði verið meira virðiligt. Men í hesum førinum ger hann sær bara dælt av støðuni og melur sína egnu køku, sigur Teigland, sum vísir á, at tey hava sera fáar limir hjá fakfelagnum Safe.
Sambært Teigland hevur ongantíð verið talan um veruligan ótta fyri trygdini millum starvsfólkini hjá Aker Kværner.
- Vit vita, at nógv fólk eru bangin fyri at flúgva. Og vit flúgva av og á undir vánaligum umstøðum, sigur Teigland.
Hava álit
Til spurningin um kreppufundin, sum var á Orminum Langa mánadagin, sigur Teiglend, at evnið á fundinum var ikki flogtrygdin sum so, men at prátað varð um ymiskt í samband við flogtænastuna. Og hann sigur víðari, at álitisfólkini hjá Aker Kværner høvdu noktað fyri at starvsfólkini skuldu flúgva, um illgruni var um trygdina hjá Atlantic.
- Vit álitisfólk, stjórar og verkætlanarleiðarar nýta øll flogfarið, og tað sigur somikið sum, at vit hava álit á trygdini, sigur hann við VG.