Eyklutafyritøkan Billutir letur upp í dag, mikudagin 14. okober, í nýggjum og størri hølum við Hoyvíksvegin 61 í Havn. Stjórin í fyritøkuni, Petur Martin Johansen, sigur, at nýggi handilin er gjørdur í samstarvi við Mekonomen, sum er størsta heilsølufyritøkan í Norðurlondum innan eykalutir, útgerð og amboð til bilar. Mekonomen er upprunaliga ein svensk fyritøka og hevur í løtuni 206 deildir í Svøríki, Norra og Danmark. Stjóri í Mekonomen í Danmark er Lars S. From, sum er í Føroyum í løtuni. Billutir heldur til á tilsamans 500 fermetrum við handli í niðaru hædd og eyklutagoymslu á aðru hædd.
Billutir bleiv stovnað í Kollafirði í 1993. Í 2004 flutti fyritøkan til Havnar og hevur hildið til í Bókbindaragøtu. Fyritøkan hevur spesilaiserað seg í eykalutum til bilar, so sum plátulutir, útstoyt, lyktir og annars allar slitlutir - bæði brúktar og nýggjar. Í dag eru tað Petur Martin Johansen og Høgni Mikkelsen, fyrrverandi byggimeistari, sum eiga Billutir, ið hevur fimm fólk í starvi.
Í sambandi við at handilin letur upp verður móttøka við Hoyvíksvegin frá kl. 9-12 fyri verkstøð og frá kl. 13-17 fyri almenninginum.