Bilparadís í Qatar

Tá ið ein Qatarbúgvi í oljuríka landinum fyllir 18 ár, fær hann ein luksusbil frá statinum.

Í septembur í fjør vóru B36-leikarar í oljuríka landinum í Qatar, har teir saman við Magna Mohr, ítróttargranskara, luttóku í stórari kropsligari kanning, sum skuldi vísa, hvussu norðurlendingar standa seg í nógva hitanum har. Kanningin var ein liður í strembanini eftir at gerast vertstjóð fyri HM í fótbólti 2022, sum stutt seinni eisini eydnaðist.


Á ferðini møttu leikararnir einari heilt øðrvísi sjón upp á bilar, enn vit eru von við. Nevnast kann m.a. nevnast, at tá ið ein Qatarbúgvi fyllir 18 ár, fær hann ein Toyota Landcruiser V8 frá statinum. Eitt frálíkt hugskot, sum kanska burdi verið borið oman í Føroya Løgting, hugsar onkur kanska.


Allir leikararnir gjørdust annars bilsnir av sera mongu luksusbilunum, ið fyltu vegirnar har. Stjórin á hotellinum, har teir búðu, koyrdi ein Saab off-roader við 8-syl. motori og kostaði tað einans 40 krónur at fylla tangan á bilinum.