Bilradio er ein sending, har dentur verður lagdur á at at hava fleiri ymisk innsløg í hvørjari sending við tilfari um alt sum hevur við motorakfør og ferðslu at gera. Umframt at dendur verður lagdur á góðan tónleik í sendingini.
Í sendingini eru t.d. biltíðindi úti og heima, prát við bila- og motorsúkklusølur um hvat rørir sega á marknaðinum, hvørji nýggj modell eru á veg og hvørji selja best í løtuni o.s.fr.
Vit hava umframt Bilradio á Rás2 eisini biltilfar í Sosialinum hvønn mikudag. Ætlanin er at gera meira við biltilfar við t.d einum portali, sigur Birgir Waag Høgnesen, marknaðarleiðari á Rás2.
Bilradio verður send hvønn hósdag kl. 16 og verður endursend fríggjamorgun millum kl. 8 og 9 og leygardag kl. 13.