Prát er við umboð frá elfelagnum SEV um samstarvið við Dong Energy og við umboð fyri føroysku bilasølurnar, sum siga teirra hugsan um elbilar í framtíðini. Ì sendinigini verður ein hybridbilur eisini royndarkoyrdur.
Eisini er prát við Ingvard Fjallstein, umhvørvisleiðara hjá IRF, sum í síðstu viku skrivaði eina tíðargrein í Sosialinum um at elbilar ikki so reinir, sum vit halda teir vera. Í sendinigin hugleiðir Ingvard um, hvussu hann sær upp á framtíðina við alternativari orku í Føroyum.