Bilrøkt fær tveir spennandi elbilar 

Seinni í ár fær Bilrøkt tveir nýggjar elbilar, sum báðir eru rættiliga spennandi. Teir hava flott design, koyra langt upp á løðingina og eru sera kvikir.

 

 

 

Nýggju bilarnir hjá Bilrøkt, sum koma seinni í ár, eru bilarnir, Kia EV6 og MG Marvel R.

 

Kia EV6

Hóast Kia hevur fleiri elbilar í síni vøruskrá, er EV6 tann fyrsti, sum er gjørdur frá botni av sum elbilur. Hann er bygdur yvir nýggja plattformin, Electric-Global Modular Platform.

Designið er eisini heilt øðrvísi smart, har lyktirnar eru ein partur sjálvum designinum.

Við stóra 77,4 kWh battaríinum koyrir EV6 510 km upp á eina løðing. Hann fæst sum bakhjólsdrivin og sum 4-hjólsdrivin. 

Kia EV6 kemur í fleiri ymiskum útgávum, har GT er tann kvikasti. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,5 sekund.  

 

##med2##

 

##med3##

 

MG Marvel R Electric

MG Marvel R Electric er ein rúmligur og væl útgjørdur SUV við plássi til alla familjuna. Hann er gjørdur til evropeiskar bilførarar, sum virðismeta design, luksus og kvikar bilar. MG Marvel R Electric er heilt nýggur og uppbygdur sum elbilur frá botni av. 

Bilurin er ein rúmligur 5-persónabilur. Innan er hann sum ein nútímans framtíðarbilur við eitt nú 19,4” interaktivum skíggja, sum gevur atgongd til sentrala kontrollsystemið í bilinum. Har er lætt at fylgja við øllum sum gongur fyri seg undir koyring.  

 

##med4##

Við battarínum í botninum er tyngdipunktið lágt, og bilurin hevur sera góðar og stabilar koyrieginleikar.

MG Marvel R Electric er rættiliga kvikur, hann trekkir á øllum hjólunum og koyrir úr 0-100 km/t eftir 4,9 sekundum. Bilurin hevur 288 hk og koyrir upp til 400 km upp á eina løðing. 

 

##med5##

 

##med6##