Í dag - leygardagin 5. september - eru 10 ár liðin, síðan bilfyritøkan Bilrøkt í Havn varð stovnað.
Fyritøkan byrjaði við Varðagøtu og flutti seinni til størri hølir við Pedda við Steinsgøtu í Havn. Seinastu mongu árini hevur Bilrøkt hildið til í egnum bygningum í Stiðjagøtu.
Í samband við 10 ára stovningardagin skipar Bilrøkt fyri nógvum ymiskum.
Byrjað varð klokkan 11 í morgun við kaffi, køkum og hoppiborg til børnini. Bilar hjá Føroya Ellisakførum vitja, og leikarar í EFFO-deildini hjá B36 vitja og skriva autograf og sparka saman við børnunum.
Eisini vitjar ein bólkur við amerikanskum bilum. Klokkan 14 fer Jens Marni Hansen at syngja og spæla.
Í dag starvast 18 fólk hjá Bilrøkt, og arbeiðsuppgávurnar eru eitt nú verkstaðurin, bilasøla, bilaleiga, reingerð, flutningshjálp, upprætting av buglum, søla av eykalutum og rustviðgerð.
Eigarnir av Bilrøkt í dag eru Jákup á Borg, Heini á Borg og Høgni Eysturoy.