Bilseljarar ósamdir um hybridbilar eru umhvørvisvinarligr

Sjey bilasølustjórar taka fult undir við Jørgen Niclasan, sum vil hava, at hybrid bilar skulu sleppa bíligari við avgjøldum. Tveir bilasølustjórar siga, at hybridbilar ikki eru umvhørvisvinarligir

Í sambandi við, at lógin, sum letur elbilar sleppa undan avgjøldum og mvg, fór út gildi á nýggjárinum, hevur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri lagt fyri tingið nýtt lógaruppskot. Men hann er farin víðari enn gamla uppskotið. Hann vil hava lógina eisini at fevna um hybrid bilar og plug in hybrid bilar.

Ein hybridbilur hevur ein lítlan elmotor afturat brennievnismotorinum, og kann tí koyra eitt sindur við elmegi. Ein plug in hybrid bilur kann løðast og kann koyra nakrar kilometrar upp á el, men annars upp á brennievni.

Men bilseljarar í Føroyum eru ikki samdir, og tí eru tvey hoyringsskriv frá bilasølunum.

Annað skrivið, sum er frá Auto Service, Berg Mortors, Bilrøkt, Nordbil, Nordcar, Reyni Service og Wenzel, tekur fult undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum.

Stjórin á Bilasøluni, Hendrik Egholm, og stjórin hjá Waag, Pauli Waag, eru ikki samdir.

Teir vísa í hoyringsskrivi til fíggjarnevndina á, at vanligir hybrid bilar ikki kunnu løðast beinleiðis frá elnetinum hjá SEV.

– Vanligir hygbridbilar verða í dag ikki roknaðir sum serliga umhvørvisvinarligir bilar. Í dag er lítil og eingin munur á útlátinum frá einum vanligum bybridbili, og teimum nýggjastu bilunum við vanligum disesel ella bensinmotori.

– Vit halda tað tí vera eina misskiljing, at vanligir hybridbilar vera roknaðir sum serliga umhvørvisvinarligir bilar í hesaum uppskotinum, tí tað eru teir ikki, siga Hendrik Egholm og Pauli Waag.

Hesar atfinningar eru tær somu, sum koma frá Umhvørvisstovuni.

Les eisini: Mælir staðiliga frá avgjaldslætta til hybrid-bilar