Tina og Kári komu víðari til finaluna í X-Factor. Og í dag kom TV2 við Tinu til Føroya at gera nakrar uptøkur í sambandi við finaluna komandi vikuskiftið.
Tað, ið Tina ikki visti var, at skipað var fyri stórslignari móttøku í City Church, har borgarstjórin tók ímóti henni.
Ein bilsin Tina kom inn í salin, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði nøkur fá orð um tann tónlistarliga og mentanarliga týdning, hennara familja í fleiri ættarlið hevur havt fyri Havnina, nógv av tí sprottið úr Evangelliihúsinum, sum í dag eitur City Church.
Borgarstjórin segði stutt, at øll Havnin og allar Føroyar fylgja við og stuðla uppundir finaluna og ynskti Tinu tillukku við finaluplássinum og bestu eydnu komandi vikuskiftið.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##