Tað vísir uppgerð hjá Akstovuni.
Skrásett eru 6,5 prosent fleiri akfør enn ársins fyrstu sjey mánaðir í fjør. Størst er talið sum altíð av persónbilum. Har er sølan vaksin 15 prosent hetta tíðarskeiðið. Í fjør vórðu seldir 1124 persónbilar fyrstu sjey mánaðirnar, meðan tað í ár eru sledir 1292 nýggir persónbilar.
Næstistørsti bólkurin eru vøruvognarnir. Men har hevur verið afturgongd upp á 15 prosent. Ársins fyrstu sjey mánaðirí ár vórðu seldir 114 nýggir vøruvognar í mun til 134 sama tíðarskeið í fjør.
Talan niðanfyri vísir tølini:
##med2##