Bilførarar, støðgentur og nakrir av fyrrverandi partaeigarunum á bilstøðini Auto hava stovnað eitt nýtt partafelag og hava keypt bygningin í N. Finsensgøtu við innbúgvi og rakstrargøgnum.
Nýggja felagið yvirtók støðina 1. mars, og í nýggju nevndini sita Karsten Jensen, Heðin Mouritsen, Danny Danielsen og Eyðbjart Danielsen. Nevndin hevur skipað seg við Karsten Jensen sum nevndarformanni og Peturi Splidt er settur sum stjóri.
Auto er ein bilstøð við bensinsølu og kiosk. Nýggi nevndarformaðurin Karsten Jensen sigur, at teir fara at leggja dent á enn betri tænastu og koma í fyrstu atløgu at hava størri vøruúrval í kioskini við eitt nú mjólk og ætlanin er eisini at selja aðrar vørur sum t.d. tannbustir, tannkrem, wc-pappír, bind, kaffi og kanska eisini smør og ost.
Partafelagið, sum nú fer í søguna, var stovnað í 1952 sum P/F Taxa og skifti í 1955 navn til Auto.