Bilur farin runt í Kaldbaksbotni

Ein maður bleiv koyrdur á Landssjúkrahúsið seinnapartin, eftir at hann var farin út av við bili sínum í Kaldbaksbotni.

 

Óhappið hendi eini 200 metrar sunnan fyri rulliportrið í Kaldbaksbotni. Bilurin fór út av vegnum, rullaði runt og lendi á takinum.

 

Bilførarin var sum skilst einsamallur í bilinum og varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini var tó ikki talan um álvarsaman skaða. Ongir annar bilur var við í óhappinum.

 

Løgreglan er enn á staðnum og farið er undir at rudda vegin. Nakað av olju hevur dálkað vegin í óhappinum, og hendan má fáast burtur sum skjótast.