Posta-bilur í trupulleikum í hálku oman fyri Syðrugøtu

Í Funningsfirði fór ein persónur, sum var á veg til arbeiðis, út av við bilinum, og viðkomandi endaði á Landssjúkrahúsinum.

Seinastu dagarnar hava fleiri ferðsluóhapp verið í hálkuni, sum hevur verið drúgv hesaferð.

 

Størri og smærri materiellir skaðar hava verið á bilar, men í flestu førum eru fólk sloppin rættiliga væl.

 

Aftur í nátt og í morgun hava verið smærri ferðsluóhapp, ávikavist á vegnum niðan úr Syðrugøtu og í Funningsfirði.

 

- Í Funningsfirði var tað ein persónur, ið var á veg til arbeiðis, sum fór út av vegnum í hálkuni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.

 

Í Syðrugøtu var tað ein bilførari hjá Posta, sum kom heldur illa fyri í hálkuni.

 

- Bilurin fór á glið í brekkuni niðan móti Gøtueiði og endaði í bilaverjuni, har bilurin ikki slapp víðari, hvørki fram ella aftur.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at førarin á bilinum í Funningsfirði endaði á Landssjúkrahúsinum til kanningar.

 

- Løgregla og sjúkrabilur vóru á staðnum, men hildið verður ikki, at bilførarin hevði fingið álvarsligar løstir í hendingini.

 

Vaktleiðarin sigur annars í morgun, at tað serliga er í norðara parti av Eysturoy, at fráboðanir eru komnar um hálku, men annars er hált í støðum kring meginpartin av landinum.

 

- Landsverk saltar vegirnar, men tað er serliga á síðugøtum í bygdum øki, at vegirnir kunnu vera rættiliga hálir, verður lagt aftat.