Um 15 tíðina fríggjadagin hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp á kaldbaksvegnum nakað norðanfyri Sund. Ein bilur var farin út av vegnum og var at síggja til fullkomiliga oyðilagdur.
Bilførarin ringdi tó sjálvur og boðaði løgregluni frá óhappinum, áðrenn hann bleiv fluttur á sjúkrahúsi til nærri kanningar. Vit frætta av løgreglustøðini, at maðurin slapp frá óhappinum við smærri snuddum.
Samanstoytur á vaglinum
Klokkan 2 náttina til mánadagin hendi ein samanstoytur á vaglinum í Havn. Tveir bilar rendu saman og eftir stoytin rýmdi førarin á tí eina bilinum av staðnum. Politiið í Havn fór út at leita, og løtu seinni funnu teir bilin og førarin. Tá vísti tað seg, at førarin á hesum bilinum hevði kenningina.
Fríggjakvøldið bleiv ein annar bilførari eisini tikin í havnini fyri at hava koyrt við kenningini.
Annars frætta vit av løgreglustøðini, at tað sum heild hevur verið friðarligt um vikuskiftið.
Sat innistongdur í nátt
Tíðliga leygarmorgunin fekk løgreglan í Havn eina uppringing, sum tey ikki fáa á hvørjum degi. .Ein maður ringdi illa fyri, tí hann var innistongdur í einum náttklubba í Havn.
Hann var sovnaður á wc, og tá ið hann vaknaði aftur varð stongt og myrkt og ikki eitt menniskja at hóma. Tey, sum høvdu ábyrgdina, høvdu ikki ansað eftir, at hann lá eftir, tá ið tey fóru til hús.
Lukkutíð fyri mannin, so var hann útgjørdur við fartelefon, og hann visti sær ongi onnur ráð enn at ringja til løgregluna.
Løgreglan var honum hjálpson og fekk fatur á einum manni, sum hevði lykil, og teir fingu so bjarga manninum úr tí sváru neyð, hann var komin í.
Batúr horvin
Seinnapartin leygardagin var boðað frá, at ein skjóttgangandi bátur var farin av Tvøroyri fyri døgurða á veg til Havnar, men at hann var ikki framkomin. Tyrlan fór tí út at leita, og seinnapartin fann hon bátin aftur í øllum góðum millum Skúvoy og Stóru Dímun, og har stóð alt væl til umborð á bátinum.
Springarar í Hvalba
Seinnapartin leygardagin løgdu nakrir springarar beinini í Hvalba. Teir vóru einir 250 í tali og verða teir skiftir til norðaru helvt í Suðuroy.
Hetta er fjórða ferð í summar, at hvalir leggja beinini í Hvalba, men smáfallandi hevur tað verið. Fyrst doyði ein grind, sum var býtt til norðaru hálvu í Suðuroy. Síðani doyðu nakrir fáir springarar, sum vóru býttir í drápspartar. Síðani doyði ein grind, sum var býtt til syðru hálvu í Suðuroy, og aftur í dag løgdu so frægt av springarum beinini, at tað kundi býtast til norðaru hálvu.