Nógv tiltøk hava verið í Klaksvík um vikuskiftið og tað hevur sett síni spor hjá løgregluni.
Tey hava havt nógv at gera við einum og øðrum.
Í einum føri er ein bilur stolin og hann er ikki komin aftur í aftur enn.
Tað var ein vinmaður bileigaran, sum rýmdi við bilinum, uttan at eigarin hevði givið honum loyvi til tess.
Talan er um ein myrkagráan Ford Focus, persónbil við nummarplátuni JA 879.
Løgreglan sigur, at veit nakar um bilin, eru tey vælkomin at siga frá.
Annars hevur ein tjóvur av tí freka slagnum stolið eina ítróttartasku.
Eigarin hevði sett taskuna frá sær, beint aftanfyri seg, ímeðan hann tók pening úr eini automat.
Tá ið hann var liðugur og skuldi taka taskunam, hevði onkur stolið hana at kalla ímillum beinini á eigaranum.
Annars koyrdi ein bilur útav úti í óbygdum og tá ið løgreglan kom á staðið, hildu tey, at einasta rætta var at taka blóðroynd av bilføraranum.
Úrslitið av henni verður so avgerðandi fyri, hvat meiri hendir í málinum.