Løgreglan hevur í dag sent eina eftirlýsing út eftir einum reyðum Peugeot Expert, sum varð stolin í Hoyvík nátt til mánadag.
Bilurin er ikki sæddur síðani.
Talan er um ein reyðan Peugeot Expert 1,9, sum hevur skrásetingarnummarið NE151.
Av løgreglustøðini verður sagt, at bilurin er horvin úr túninum hjá eigaranum. Eigarin heldur seg ikki hava gloymt lykilin í bilinum, men annars eru eingi tekin til at brotið er inn í bilin.
Annars er at siga, at leiðini á bilinum eru farin, so tá hann fer upp um 50 kilometrar um tíman, larmar bilurin sera illa.
Løgreglan biður vinaliga tey, ið vita nakað frá bilinum, ringja til løgreglustøðina á telefon 351448.