Bilurin hjá Paul Scholes stolin

Bilurin hjá Manchester United miðvallarinum varð stolin mánadagin, tá hann hevði tendrað bilin fyri at fáa frostið av, og var farin inn aftur í húsini. Tjóvurin hevur síðani sett seg í bilin og koyrt avstað.

 

Hendingin fór fram millum klokkan 7.45 og 8.00 mánamorgunin. So skjótt fótbóltsspælarin varnaðist at bilurin var vekk, so ringdi hann til løgregluna og boðaði frá, skrivar Dailymail.

 

Talan er um ein Chevrolet Captiva LT 2 Estate. Manchester United hevur stuðulssáttmála við Chevrolet, sum millum annað inniber, at spælarar hjá felagnum kunnu velja ein bil frá fyritøkuni. Tað er so hesin, sum er stolin.

 

Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United, hevur tó givið sínum spælarum forboð fyri at velja sær Corvette’in, sum er ein sportbilur burtur av.

 

Í Bretlandi skemta tey við, at Paul Scholes royndi at takla tjóvin, men varð ov seinur. Miðvallarin hevur orð á sær at duga heldur illa at takla. Onnur haldi við, at Paul Scholes bara var glaður fyri at onkur tímdi at stjala bilin, sum ikki stendur mát við bilarnar, ið aðrir ríkir fótbóltspælarar hava. Hetta er tó bara skemt.

 

Myndin undir greinini er av einum Chevrolet Captiva LT 2 Estate.