Bind frið

Í fleiri bløðum hevur seinastu tíðina verið at lisið um, hvussu gott tað er fyri heilsuna at binda. Kanningar vísa millum annað, at pulsurin lækkar, tá ið tú bindur.

Føroyskar kvinnur hava bundið nógv gjøgnum árini, og tær hava eftir øllum at døma fingið meira enn hosur og troyggjur burtur úr bindingini.

Tú gerst betri at loysa trupulleikar, skapanarevnini blomstra, og heilin fær venjing.

Tað eru nøkur av teimum jaligu árinunum sum binding hevur við sær.

Tú skapar ikki bara nakað gott og vakurt - tú ger tær sjálvum eina stóra tænastu at seta teg við stokkunum eina løtu.

Paula Hammerskog, sum hevur skrivað fleiri bindibøkur og eisini er vegleiðari í kreppustøðum, heldur, at fleiri skulu finna út av, hvussu gott tað er at binda.

- Stjórar í fyritøkum, sum eru í kreppu, høvdu havt gott av at tikið stokkarnar fram. Tá ein bindur, slappar kroppurin av, og tankavirksemið økist, sigur hon.

So kvinnur og menn - ja eisini menn - bindið meira og fáið betri heilsu.