- Tað ber væl til at knýta meginøkið í Føroyum tættari saman, uttan at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy.
Tað staðfestir Frank Hansen, verkfrøðingur.
Sjálvur hevur hann gjørt eitt uppskot til eina alternativa ætlan sum bindur alt meginøkið saman.
Ætlanin er sjálvsagt ikki liðugt projekterað, men hon er ein nágreinilig lýsing av, hvussu tað ber til at binda meginøkið saman, uttan at gera undirsjóvartunnil.
Men hendan alternativa ætlan er fullkomiliga tagd burtur, tí politikarar hava start seg blindar upp á ein undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy og tað tykist ikki sum um at áhugið er fyri at kanna aðrar møguleikar.
Sjálvur heldur verkfrøðingurin, at hansara verkætlan hevur fleiri fyrimunir framum ein undirsjóvartunnil.
- Talan er ikki bara um eina alternativa ætlan til Skálafjarðartunnilin, tí talan er eisini um eina ætlan um hvussu samferðslukervið í Vágum, Streymoy, Eysturoy og Norðoyggjum kann skipast.
- Eftir teirri ætlan, eg havi gjørt, verður tað ongantíð longri enn 40 minuttir at koyra ímillum nakað av teimum størru plássunum á meginøkinum, sigur hann.
Ført hevur onkuntíð verið fram, at verður ein privatur undirsjóvartunnil gjørdur, fer tað at binda landið til ikki at gera ábøtur og samferðsluábøtur, sum kunnu metast at vera í kapping við ein privatan undirsjóvartunnil.
Frank Hansen sigur, at í øllum førum er tað hugsandi at ein privatur undirsjóvartunnil fer at avmarka møguleikarnar hjá landinum at fara undir økismenningarlig tiltøk næstu 20-30 árini, um hesi koma at ávirka talið av bilum, ið nýta undirsjóvartunnilin.
Eftir sløttum
- Samstundis er tað greitt, at skal koyrast ímillum Streymoy og Eysturoy ígjøgnum undirsjóvartunnil, verður rættiliga stórur hæddarmunur, sum fer at krevja eina munandi størri orkunýtslu, enn um koyrt verður á sløttum.
Verður talan um undirsjóvartunnilin, verður hæddarmunurin á øllum strekkinum einar 350 metrar, tí farast skal einar 200 metrar undir sjóvarmálum í Tangafirði, og einar 160 metrar upp í hæddina á innkoyringarvegnum til Havnina.
- Men verður meginøkið bundið saman eftir hesi alternativu ætlanini, eg havi lagt fram, merkir tað, at høvuðsfarleiðin millum Tórshavn og Klaksvík kann gerast við einum hæddarmuni, ið er einar 100 – 150 metrar minni enn ígjøgnum ein undirsjóvartunnil.
Hetta er ein stórur fyrimunur, um hugsað verður um orkuny?tslu.
- Havast skal í huga, at ein persónbilur, ið koyrir við javnari ferð niðan ígjøgnum eina bratta brekku, brúkar upp til tvær ferðir so nógva orku, sum ein persónbilur, ið koyrir sama strekkið við javnari ferð á sløttum.
Ein triðingur styttri
Tað, sum Frank Hansen hugsar um í fyrstu syftu, er at gera eina farleið, ímillum Kollfjarðardal og Skálabotn gjøgnum tveir ny?ggjar tunnlar og eina brúgv.
- Tá ið farleiðin er liðug og og Landsverk hevur gjøgnumført tær avleiddu verkætlanir, sum eru í umbúna, fer hetta at stytta farleiðina millum Havnina og Klaksvík líka nógv, sum Eysturoyartunnilin fer at gera.
- Harafturat vil hendan alternativa ætlanin eisini stytta farleiðina ímillum Tórshavn og bygdirnar úti á Skálafjørðinum ein triðing, ella at tað verður einar 15-20 minuttir stytri at koyra ímillum Tórshavn og bygdirnar úti á Skálafjørðinum.
Umframt at stytta farleiðina ímillum Tórshavn og Klaksvík og bygdirnar úti á Skálafjørðinum, fer hendan alternativa samferðsluætlanin at stytta allar høvuðsfarleiðir munandi.
- Longsti teinurin at koyra frá einum býi til eina størri bygd verður úr Klaksvík til Sørvágs og flogvøllin, har teinurin verður einar 55 kilometrar, ella umleið 40 minuttir at koyra.
Í dag er teinurin 83 kilometrar og tað tekur ein tíma at koyra, staðfestir Frank Hansen.
Gerast í pørtum
- Alternativa ætlanin, eg havi skotið upp, fer at kosta 650-1,2 milliard, alt eftir, hvussu nógv av henni verður sett í verk.
Frank Hansen sigur, at leyðsliga mett, so fer fer hendan alternativa ætlanin at spara landinum fyri íløgur í vegakervinum í meginøkinum á um 500 milliónir.
Hann leggur afturat, at hansara uppskot kann kann gerast í pørtum. Hettar ger at projektini kunna lagast til í vavi og bjóðast út so tey hóska til tey feløg, ið virka í føroysku byggivinnuni og til tøku fíggjarorkuna.
Verkfrøðingurin vísir á, at av tí, at ongin undirsjóvartunnil er við í hansara uppskoti, verða rakstrarútreiðslurnar eini lægri enn tær annars vera í eini verkætlan, har Eysturoyartunnilin er ein partur, tí tað er eisini dýrari at reka undirsjóvartunlar, enn tað er at reka vanligar tunlar og brúgvar.
Hann sigur, at verður undirsjóvartunnil gjørdur, skulu eini 800.000 tons av vatni pumpast úr tunlinum um árið.
Tað, sum alternativa uppskotið hjá Frank Hansen í høvuðsheitum ber í sær, er at koyrt verður úr Havnini eftir verandi vegakervi inn á bensinstøðina í Kollafjarðardali, haðani gjøgnum ein tunnil til Hósvíkar, tvørtur um eina brúgv um Sundalagi til Selatraðar og so aftur í ein tunnil yvir í Skálabotn, eftir einum stuttum vegi yvir til Effostøðina í Skálabotni og síðani efir verandi vegi inn til koyrt verður gjøgnum ein tunnil yvir í Gøtudal.
Frank Hansen sigur, at úr Skálabotni ber so til at nýta verandi vegir út eftir Skálafjørðinum.
Hann sigur eisini, at verður meginøkið bundið saman, sum hann hevur skotið upp, verður tað munandi styttri hjá øllum at ferðast í meginøkinum.