Bindandi ítriv

Í morgin verður framsýning í hølum Føroya Arbeiðarafelags í Havn, har 21 kvinnur sýna fram tað, ið tær hava bundið á bindiskeiði, sum tær hesa vikuna hava luttikið á

Hesa vikuna hava 21 kvinnur sitið á loftinum í hølum Føroya Arbeiðarafelags í Havn, har tær hava maskinbundið troyggjur, kot og onnur pløgg. Hetta er skeið, ið Bjørghild Djurhuus og Kvøldskúlin skipa fyri.

Hetta er 4. ferðin, at skeiðið er. Somuleiðis er tað 4. ferðin, at donsku handarbeiðslærararnir Jytte Slente og Birgitte Birch leggja lag á.


Bindandi

Eingin av skeiðluttakarunum hevur maskinbinding sum livibreyð, bert sum ítriv. Tað sosiala hevur stóran týdning og tær hava tað stak hugnaligt saman. Kvinnurnar búgva á staðnum og eru saman alla tíðina. Hóast skeiðið sum so bert er sett at vera um dagin, so verður bundið bæði nátt og dag, tí tær gerast so bundnar av hesum.

Skeiðluttakararnir eru í øllum aldri og koma úr øllum landinum. Í morgin, sunnudagin, sýna tær fram frá klokkan 14 til 17