DK:KNIT er heitið á framsýningini av øðrvísi modernaðum bindisniðum, sum letur upp í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 17. Tað er Designskolen í Kolding, ið hevur tikið stig til framsýningina, sum hevur verið at sæð í Danmark seinastu tveir mánaðirnar. Við á framsýningini eru fyrrverandi næmingar á skúlanum og onnur, ið hava eitthvørt annað tilknýti til skúlan.
Eitt fet víðari
Her heima er sum kunnugt stórur áhugi fyri at binda og gera nýggj snið og mynstur úr teimum meira siðbundnu troyggjunum. Nýggja framsýningin tekur tó vanliga binding eitt ella fleiri fet víðari við bundnum lutum, sum bróta heilt upp úr nýggjum bæði í mun til snið og mynstur.
Ein hin mest kendi danski sniðgevin innan binding er Iben Høj, og er hon eisini umboðað á framsýningini. Hon hevur starvast hjá altjóða sniðgevum so sum Donna Karan og Marni og hevur harumframt megnað at selt síni snið til so kend nøvn sum Marc Jacobs og Calvin Klein.
Føroyar eru eisini umboðaðar á framsýningini á ymiskan hátt. Føroyski sniðgevin Katrina í Geil hevur útbúgving frá Designskolen i Kolding og er ein av teim 11 sniðgevunum, ið eru við á framsýningini. Hartil hevur ein onnur, Dorte Merete Lykke Jensen, føroyska ommu og sigur hon seg hava fingið áhuga fyri binding haðani.
Einasti mannligi sniðgevin á framsýningini, Hans Christian Madsen, sigur annars soleiðis um sín íblástur frá føroyskum bindisniðum:
”Í sambandi við mítt arbeiði sum klædnasniðgevi, hava eg djúpað meg í norðurlendskum listhandverki við serligum atliti til binditraditión og havi serliga funnið nógvan íblástur í føroyskari binding"
Framsýningin er at síggja í Norðurlandahúsinum í tíðarskeiðnum 6. mars til 14. apríl. Tað verður Katrina í Geil, sum letur framsýningina upp saman við kuratorinum Helene Jensen, ið dagliga starvast á Designskolen í Kolding.