Bingerð tekur yvir í eitt hálvt ár

Meðan Rakul í Gerðinum verður í farloyvi í eitt hálvt ár, fer næstforkvinnan í Heilsurøktarafelagnum at sita við stýrisvølin.

 

 

 

Forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum, Rakul í Gerðinum, hevur valt at fara í farloyvi í eitt hálvt ár frá 15. august 2021 til 15. februar 2022 at rokna.

 

Í hesum tíðarskeiði verður næstforkvinnan í felagnum, Bingerð Hjalmarsdóttir, virkandi forkvinna.

 

- Nevndin gleðir seg at fara í gongd við málini, sum eru stungin út í kortið, sigur Rakul í Gerðinum í fráboðan til sínar limir.

 

Í kunningini hjá Rakul í Gerðinum verður lagt aftrat, at nevndarfundur og álitisfólkafundur verða í næstum í Heilsurøktarafelagnum.

 

Tá nevndin skipaði seg eftir seinasta val, hildu Rakul í Gerðinum og Bingerð Hjalmarsdóttir fram sum ávikavist forkvinna og næstforkvinna. 

 

Aftrat teimum í nevndini eru Malan Hansen, Linda Arnfríðardóttir Jacobsen, Elisabeth Eið Eliasen og Rói Hjaltalin.

 

Rakul í Gerðinum gjørdist forkvinna í Heilsurøktarafelagnum í 2016, og nú verður tað so Bingerð Hjalmarsdóttir, sum fer at standa á odda fyri felagnum, meðan Rakul í Gerðinum er í farloyvi.

 

Bingerð Hjalmarsdóttir varð vald í nevnd felagsins á aðalfundinum í 2016.