Bingjan nógv vitjað

Stavanger

Kosmiska bingjan hjá Trónda Patursson hevur fingið sera góða undirtøku í Stavanger. So væl hevur kommunan dámt tiltakið, at teir vilja hava bingjuna eitt sindur aftrat. Stavanger kommuna fer fríggjadagin at flyta bingjuna av bryggjuøkinum út til nýggja oljusavnið í býnum, har hon skal standa næstu vikuna.