Biografur aftur í Klaksvík

Mikukvøldið verður filmur aftur sýndur í Atlantis í Klaksvík. Framyvir verða filmssýningar fastur partur av virkseminum í mentanarhúsinum

 

Klaksvík: Mikukvøldið verður hvíta tjaldið í mentanarhúsinum Altantis í Klaksvík aftur tikið í nýtslu.

Á skránni er amerikanski filmurin Bandits, og hetta verður fyrstu ferð í eini tvey ár, at filmur av hesum slagnum verður sýndur í Altantis.

Tá húsið lat upp eftir stóru umvælingina vóru filmssýningar í Altantis, men hetta datt niður fyri, tá húsið sigldi seg fast í fíggjarligum trupulleikum.

Nú eru umstøðurnar hjá húsinum broyttar, og tað verður ein fegin leiðari fyri Atlantis, sum mikukvøldið kann bjóða norðoyingum aftur í biograf.


Fimm kvøld um vikuna

Jógvan Eliasen sigur, at teir hava gjørt avtalu um samstarv við Havnar Bio, sum fær allar teir nýggjastu filmarnar.

? Avtalan kemur í gildi frá nýggjárinum, men vit fara at sýna nakrar filmar í desember eisini, sigur hann.

Biografvikan í Atlantis verður frá mikukvøldið til sunnukvøld, og sýningar verða hvørt kvøld. Ætlanin er at hava ein film um vikuna, men onkuntíð verða tað tveir í somu viku. Tað liggur fast, at filmarnir Bandits, The Score og teknifilmurin Atlantis verða sýnur í desember. Fyrst í komandi ári kemur Harry Potter til Klaksvíkar.

Fyrsta sýningin verður nú mikukvøldið. Nógv virksemi er í Altantis, tí Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir jólasjónleik, og tí verða filmssýningarnar hesa vikuna aftaná klokkan 22.00.