Í morgun læt ein fjølbroytt framýning hjá Birgari Johannessen og Rasmusi Rasmussen upp á Torginum í SMS. Havnarmenninir Birgar Johannessen og Rasmus Rasmussen hava latið upp eina áhugaverda summarframsýning á Torginum í SMS. Talan um eina framsýning við m.a. modellskipum, gomlum leikum frá 50- og 60-unum, fyrr og nú myndum og einum modelli av Havnini, sum er bygt yvir økið frá Tinganesi niðan til Sjónleikarhúsið. Eisini er tann kenda Restorffs samlingin hjá Birgari við øllum sum Restorffs Bryggjarí hevur framleitt.
Av modellskipum kann nevnast at har eru bæði tann fyrra og seinna Norröna, Smyril sum var bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1967, og tann sum kom í 1975 (Morten Mols), Tjaldur hjá Skipafelagnum sum kom í 1953, og strandafaraskipið Ruth hjá Torshavns Mælkeforsyning & Margarinefabrik frá 1908. Við á framsýningini eru eisini klippmyndir hjá Rasmusi Rasmussen.
Framsýningin, sum er søgulig og áhugaverd, verður opin til og við týsdagin 27. juli.