Birgir Hansen hevur VÍF/Tjaldur sum lítlan favoritt ímóti Neistanum

Seinnapartin í gjár kom landsliðsvenjarin hjá manslandsliðnum í hondbólti, Birgir Hansen við sínum metingum um umfari í Atlantic Airways kappingini og fremstu kvinnudeildini hetta vikuskiftið.

 

Kvinnuliðið hjá Neistanum hevur ikki sett stig til enn, men Birgir Hansen væntar, at tað er góður møguleiki fyri, at tað hendir hetta vikuskiftið, tá VÍF/Tjaldur tekur ímóti Neistanum.

 

Hoyr metingarnar hjá Birgiri Hansen í ljóðbrotinum undir greinini.