TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Birgit Guttesen, aftaná føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti vann ein knúsandi tryggan 3-0 sigur á Írlandi í tí fyrsta av trimum dystum í EM/HM undankappingini, sum er í Føroyum í hesum døgum. Fyrr í dag vann Kýpros 3-0 á Liktinstein.
Birgit Guttesen heldur, at talan gjørdist um ein lættari dyst enn væntað, og hon hevði væntað meir mótstøðu.
Birgit Guttesen heldur tó ikki, at hetta ávirkaði føroyska liðið, sum helt dampinum uppi alla tíðina og spældi væl.
Í annaðkvøld klokkan 20 verður størri mótstøða, tá Føroyar møta Liktinstein. Birgit Guttesen vónar, at fólk møta upp í hópatali og stuðla føroyska liðnum í høllini á Hálsi í Havn í annaðkvøld.