Birgit og Bárður eru ársins bestu

Leygarkvøldið var stóra gallaveitslan hjá flogbóltinum í Mentunarhúsinum í Fuglafirði, har tað ikki minst var stórur spenningur um, hvørji høvdu vunnið teir ymsu heiðrarnar, flogbóltsárið altíð endar við. At gerast onkur av teimum, ið verða kosin »ársins bestu«, er ein stórur heiður í hesum høpi, og tað telur nógv at sleppa upp í part

Sum sæst á yvirlitinum yvir tey kosnu, vóru tað meist­ara­liðini hjá kvinnum og monn­um, ið fóru við flestu heiðr­unum, og einki er at siga til tað, tí tað er ein mest­sum náttúrlig avleiðing av avrikinum. Og tá vit tosa um tey allarbestu, ið vunnu heiðurin sum ársins spæl­ari, blivu tað eisini tveir føroya­meistarar: Birgit Guttesen úr Mjølni og Bárður Jacobsen úr ÍF.
– Sjálvt um tað er triðu ferð, at eg fái henda heiður, er tað líka stuttligt hvørja ferð. Eg haldi eisini, at tað var eitt sindur óvæntað hesa ferð, tí eg kappaðist við tvær á mínum liði, Sofíu Purkhús og Einu Stefaniu Kalsø, og tað kundi líka so væl verið onnur av teimum. Eg má bara staðfesta, at eg kann takka mínum góðu liðfeløgum fyri, at eg skuldi fáa henda heiður, tí tær eru allar góðar og gera meg til ein betri spælara, sigur 22 ára gamla Birgit Guttesen.
Næsta ár verður hon ikki partur av liðnum hjá Mjølni, tí hon fer til Danmarkar at spæla flogbólt. Enn vil hon einki siga um, hvørjum hon skal spæla við, men hon vátt­ar, at hon nú bara bíðar eftir at fáa eitt sátt­mála­upp­skot send­andi, sum hon so skal taka støðu til.

Heiður sum gávu
Diagonalspælarin hjá ÍF, Bárður Jacobsen, kundi í gjár halda sín 21 ára føðingardag, so hjá honum bleiv talan um nógv tillukku, hvørja ferð gestir komu á gátt, tí leygar­kvøldið var hann kosin ársins spælari hjá monnum. Ein heiður, hann vann fyri fyrstu ferð, men sum hann er sera glaður fyri:
– Hetta er ótrúliga stutt­ligt. Eg veit ikki, um eg hevði væntað tað, men eg eri glaður fyri tað, sigur ungi norða­gøtumaðurin, ið trúliga er farin til venjingar á Kambs­dali í allan vetur, og sum við sera sannførandi spæli eis­ini var við til at vinna føroya­meistaraheitið við ÍF.
– Tað hevur gingið hampu­liga væl hjá mær í allan vetur, og eg havi so roynt at gjørt mítt besta. Flogbólturin hev­ur mín stóra áhuga, so tað er heilt fantastiskt at kunna enda kappingarári við at verða kosin ársins besti spæl­ari.